Síf: Dreymurin gjørdust veruleiki

FMA er ein dreymur, sum gjørdist veruleiki, staðfestir Síf Gunnarsdóttir

Saman við Eyðfinni Jensen, tónleikasamskipara hjá Kringvarpinum, og Barbaru Holm frá Miðlahúsinum mannar Síf Gunnarsdóttir nevndina, sum skal reika fyri FMA - Faroese Music Awards - sum verður í Norðurlandahúsinum, leygarkvøldið 15. mars.

 

Mánadagin koma tvey umboð fyri tónleikavinnuna uppí nevndina.

 

Stjórin í Norðurlandahúsinum er ovurfegin um FMA, og tekur til eina enska málisku: "A dream come through", tá hon skal lýsa FMA. 

 

Síf Gunnarsdóttir fegnast eisini um, at Norðurlandahúsið kann verða við til at reika fyri FMA og leggja hús til FMA 15. mars. Hon fegnast eisini um, at Miðlahúsið og Kringvarpið kunnu samstarvast um eitt stórfingið tiltak, sum fremur føroyskan tónleik.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Síf Gunnarsdóttir.