Siðvenjurnar gera skúlans samleika

- Tað hevur stóran týdning, at vit halda fram við teimum ymsu siðvenjunum í skúlanum, sigur Jóhan Stenberg, varaskúlastjóri í Sankta Frans Skúla.

Hóast Sankta Frans skúli er 80 ár, heldur skúlin framvegis fast við fleiri av siðvenjunum, sum Franciskanarasystrarnar byrjaðu við í 1933.

 

Líka fram til 1985 var skúlin privatskúli, og frá 1985 broyttist skúlin til at verða ein kommunalur skúli.

 

- Vit hava øll árini hildið fast við teir ymsu siðirnar. Eg haldi, at tað er okkara samleiki, at vit hava hildið hfast í siðvenjunum, sum skúlin hevur havt øll árini, og kanska er tað tí, at hann framvegis av fleiri verður róptur Nunnuskúlin, sigur Jóhan Stenberg, ið er varaskúlastjóri í Sankta Frans skúla.

 

Hann vísir á, at skúlin tó er júst sum aðrir fólkaskúlar.

 

- Vit hava øll tey somu evnini at arbeiða við sum aðrir skúlar, men vit eru annarleiðis á tann hátt, at vit hvørt ár hava ávís tiltøk, har vit minnast aftur á ta gomlu tíðina, greiðir Jóhan Stenberg frá og heldur fram:

 

 

- Orsøkin til, at vit framvegis hava onkrar av gomlu siðvenjunum er, at vit vilja halda fast í einum samleika fyri skúlan. Eg haldi eisini, at tað hevur nakað at siga fyri tey foreldrini, sum velja at koyra børnini í okkara skúla, sigur Jóhan Stenberg. 

 

 

Hoyr varaskúlastjóran greiða frá siðvenjunum og um hvørjar avbjóðingar eru fyri framman við at trýsta á pílin undir myndini.