Vinkonurnar Anja Berglíð, 18, og Eva Lauritsen, 17, eru báðar úr Sørvági, meðan Ásla Vilhelmsen, 18, er úr Klaksvík.
- Anja og eg eru uppvaksnar saman í Sørvági, meðan vit møttu Áslu í Mykinesi, har vit búðu í sama húsi fyri nøkrum árum síðani. Vit hava verið góðar vinkonur síðani tá, sigur Eva.
Tær tríggjar vinkonurnar plaga at vera á ólavsøku hvørt ár.
- Vit búgva í húsunum hjá abba Anju, sum eru mitt í Havn. Tað er ordiliga hugnaligt og stuttligt, sigur Ásla.
Umframt at práta við fólk vóru genturnar í gjár til kappróður.
- Ein av okkara bestu vinkonum rør við, so tað sigur seg sjálvt, at vit fara at heppa. Annars er tað ordiliga stuttligt at vera til kappróður og at merkja stemningin har, sigur Anja.
Genturnar eru allar í føroyskum klæðum á ólavsøku.
- Hetta er fyrstu ferð, eg eri í føroyskum klæðum, tí eg havi júst fingið tey. Anja fekk síni, tá hon varð liðug við student, meðan Eva lænir síni, sigur Ásla.
Sum sagt varð Anja student í summar, og hevur hon valt at ganga við húgvuni á ólavsøku.
- Ólavsøkan er síðsti kjansur at brúka hana, áðrenn hon verður goymd burtur, so eg vildi gjarna brúka henda síðsta møguleikan, sigur Anja.