Síðsti forsetin í Suðurafrika undir apartheidstýrinum er deyður

Tað var De Klerk, ið syrgdi fyri, at Mandela fekk frælsi aftur, eftir mong ár í fangahúsi.

Frederik Willem de Klerk, ið var seinasti forsetin í apartheidstýrinum í Suðurafrika, og síðsti hvíti forsetin, er deyður, 85 ara gamal.

 

Hann andaðist í dag í heimi sínum í meira múgvandi partinum av Cape Town, í býarpartinum Fresnaye. Hann hevði lungakrabba, veit tíðindastovan Ritzau.

 

De Klerk var forseti frá 1989 til 1994.

 

De Klerk og Nelson Mandela fingu í felag Nobel friðarheiðurslønina í 1993, fyri teirra felags stríð fyri at taka av  apartheidstýrið.

 

Tað var De Klerk, ið syrgdi fyri, at Mandela fekk frælsi aftur, eftir mong ár í fangahúsi – heili 27 ár.

 

FW de Klerk Foundation, grunnur, ið de Klerk stovnaði, arbeiðir í dag fyri at menna fólkaræði í Suðurafrika.