Síðsta royndin eydnaðist

Eitt flogfar er lent beint nú og fyri øll, sum ætla sær á G!, eru tað stórtíðindi

 

Síðsta royndin hjá Atlantsflogi at fáa eitt ferðafólk til Føroya í kvøld, eydnaðist.

 

Eitt flogfar skuldi koma úr Keypmannahavn og eftir at hava flogið í ring eystanfyri Sandoy í eini góðan hálvan tíma, eydnaðist tað at sleppa niður fyri 20 minuttum síðani.

 

Og fyri øll, sum eru á G! hetta vikuskiftið, er hetta stórtíðindi, tí eitt av avgjørdu høvuðsnøvnunum á festivalinum, eru Nephew, og teir vóru við hesum flogfarinum

Somuleiðis var eitt lið av tíðindafólkum og øðrum serligum gestum á G!, eisini við tí flogfarinum.

Annars sigur Atlantsflog, at  RC456 og RC462 eru lagdir saman til RC1456 og hetta flogfarið fer aftur til Keypmannahavnar klokkan trý í nátt. 

 

RC481, Flogfarið úr Aalborg, sum ikki lendi seinnapartin er farið aftur til Keypmannahavnar.

 

Hetta flogfar ferð úr Keypmannahavn klokkan 15.15 í morgin sum RC 1481.  

 

RC411 ferð úr Londonm Gatwickm klokkan 05.35 sum RC1411/19JUL13 og væntast í Vágar klokkan átta í morgin árini.

 

RC471, flogfarið úr Billund, flýgur sum RC147 í morgin klokkan 07.30 og væntast í Vágar klokkan 08.30.

 

RC430 / 18JUL13 til Bergen flýgur ætlandi ímorgin sum RC1430 / 19JUL13 klokkan 08.45

RC431 flýgur ætlandi úr Bergen klokkan 12 norska tíð í morgin sum RC 1431

 

Annars heitir Atlantsflog á fólk um at fylgja við á heimasíðuni, tí broytingar koma í um veðrið framvegis tarnar ferðsluni.

Myndin av Flightradar, vísir, hvussu flogfarið í kvøld fleyg í ring eystanfyri Sandoy, áðrenn tað eydnaðist at seta seg í Vágum.