Sidney Pollack deyður

Amerikanski leikstjórin og filmsleikarin Sidney Pollack er deyður av krabbameini Sidney Pollack vann Oscar-virðislønina í 1985 sum besti leikstjóri, tá hann stjórnaði filminum ?Mítt Afrika?, sum eisini varð kosin besti filmur tað árið. Filmurin er um danska rithøvundin Karen Blixen, og høvuðsleikarar eru Meryl Streep og Robert Redford.

Sidney Pollack hevur leikstjórnað fleiri øðrum filmum so sum ?Tootsie? og ?Okkara bestu ár?. Hann spældi eisini í fleiri filmum, og sín seinasta leiklut hevði hann í fjør í filminum ?Michael Clayton?.

Sidney Pollack var 73 ára gamal, nú hann doyði.