Sidney Lee ætlar sær ikki at skora í Føroyum

- Eg havi møtt fleiri føroyskum kvinnum í Danmark, men eg eri meira til myrkar og eksotiskar kvinnur, sigur Sidney Lee, sum vitjar í Føroyum um vikuskiftið

Hann er kendur fyri at verða kendur. Hann er umbiðin víðahvar til undirhaldstiltøk og fjølmiðlasendingar, men nógv rysta við høvdinum eftir hansara lívsførslu og meiningum.

Nú kemur eingin annar enn Sidney Lee til Føroya at vitja um vikuskiftið.

Sjálvbrúna danska reality-stjørnan skal verða gestabarrvørður í Havn og Klaksvík um vikuskiftið, og hann gleðir seg til Føroya ferðina.

- Faktiskt kenni eg einki til Føroyar, men eg eri spentur at uppliva okkurt nýtt, og eg havi hoyrt frá onkrum, sum hevur vitjað í Føroyum, at har er sera pent, sigur Sidney Lee.

- Eg helt, at tað ljóðaði spennandi at fara til Føroya ein túr, og so er hetta eisini ein partur av mínum arbeiði sum gestabarrvørður, sigur hann.


Skal ikki skora

Sidney Lee stórtrívist í leiklutinum sum miðlapersónurin, sum í grundini bert er kendur fyri at vera kendur. Hann kom fram í reality-røðini Singleliv, men hevur verið frammi í skiftani samanhangum síðani tá.

- Eg elski hetta lívið við veitslum, gallakvøldum og premierum. Eg sleppi at uppliva eina rúgvu, sigur Sidney Lee.

- Tað, sum er eitt sindur keðiligt, er tá eg verði kendur aftur á gøtuni. Eg havi einki ímóti at práta við fólk, tá eg eri til arbeiðis, men eg vil helst hava frið, tá eg havi frí.

Sidney Lee er kendur fyri at hava skiftandi konufólk, men líkt er ikki til, at hann fer at fiska í Føroyum.

- Eg ætli mær ikki at skora í Føroyum, tí eg havi damu. Eg havi møtt onkrum føroyskum kvinnum í Danmark, men mær dámar betur myrkar, eksotiskar kvinnur enn ljósar damur sum tær føroysku, sigur Sidney Lee.

Hann verður at hitta í Rex í Havn fríggjakvøldið og í Club 700 í Klaksvík leygarkvøldið.