Summar Festivalurin hevur nú sett ágangandi elektroniskan tónleik á skránni, nú tað verður kunngjørt, at bólkurin Side Effect fer at spæla á Summar Festivalinum í august.
Brynjolfur á Heygum er høvuðsmaður í bólkinum, sum hevur verið virkin á ymsan hátt á føroyska tónleikapallinum síðani 1999. Bólkurin hevur flutt seg nógv tónleikaliga gjøgnum árini, men elektroniskur tónleikur hevur altíð verið eyðkennið hjá bólkinum. Í 2006 gav bólkurin sína fyrstu fløgu út.
Anno 2007 bjóðar Side Effect harðan elektroniskan tónleik – ídnaðarrockur kallar onkur tað – og teir fýra limirnir í Side Effect fara uttan iva at rysta eitt sindur í skránna á Summar Festivalinum.
- Vit eru sera glaðir fyri, at vit eru bindir um at spæla á Summar Festivalinum, og vit skulu nokk levera eitt ordana show, sigur Brynjolfur á Heygum, oddamaður í Side Effect.
Hinir limirnir í Side Effect eru Rúni Christiansen, sum spælir gittar, Ludvík Breckmann, sum leggur rødd til tónleikin, og Svein Gaard Olsen, ið spælir trummur.