Tutl og Side Effect eru komin ásamt um, at stóra føroyska plátufelagið stendur fyri útgávuni, ið verður tann fyrsta føroyska ídnaðartekno útgávan. Á fløguni eru 11 løg.
Teir tríggir Ludvík Breckmann, rødd, <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Brynjolfur á Heygum"$?$end$!$Brynjolfur á Heygum</st1:PersonName$?$end$!$, ljómborð og forritan og <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Rúni Christiansen"$?$end$!$Rúni Christiansen</st1:PersonName$?$end$!$, gittar mynda bólkin. Men á einum lagi hava teir gestasangaran Mikkjal <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Gaard Hansen úr"$?$end$!$Gaard Hansen úr</st1:PersonName$?$end$!$ Sic við. Mikkjal hevur eisini skrivað sangrøddina og tekstin á hesum lagnum. Mikkjal hevur áður spælt við bólkinum á onkrum konsertum. Á konsertunum hjá Side Effect er vanliga veruligur trummuleikari við, men á fløguni eru trummurnar forritaðar.<BR>Á fløguni eru umframt tey 10 heimagjørdu løgini, ein endurgerð av gamla MC-Hár lagnum Murder One. Brynjolfur, ið sjálvur hevur spælt við MC-Hár eitt tíðarskeið, tó fleiri ár eftir, at bólkurin gav hetta lag út, sigur, at hann altíð hevur dámt hetta lagið, men samstundis havt hug til at gera lagið av nýggjum, at broyta tað eitt sindur og gera tað eitt sindur meira hardcore, og tí avgjørduu teir at taka tað við á fløguna.
Side Effect hevur verið á tremur við potentiali seinastu nógvu árini, onkuntíð hevur úttrykkið verið eitt sindur leitandi, men altíð spennandi. Men nú tykist bólkurin veruliga at hava funnið sína hyll, sera harður og kontantur tónleikur, ið fær áskoðarafjøldir á kók, og sum røkkur nógv longur enn út um landoddarnar, stutt sagt ídnaður-tekno rokkur. Í Prix Føroyum í fjør hevði bólkurin eina av bestu framførslunum í kappingini, og á Ólavsøkukonsertini vísti Side Effect enn einaferð, at hetta er ein av Føroya bestu konsertbólkum. Teir vóru settir at spæla alt ov tíðliga, men fingu hóast hetta væl fatur í teimum fáu áskoðarunum, ið vóru møttir upp.
Side Effect eru eitt av nøvnunum á stóra tiltakinum í Tórsgøtu, asfalt, ið verður fyrsta vikuskiftið í juni.