Side Effect

Brynjolfur á Heygum - syntheseizer, sampler, arr.
Ludvík Breckmann - vokal
Rúni Christiansen - gittar
Sigurd Justinussen - trummur (live)

Bólkurin Side Effect var stovnaður í 1999. Hann var við í Prix Føroyum bæði í 2001 og í 2003. Hvørgu ferðina kom bólkurin víðari frá innleiðandi umfarinum, hóast hann var mettur sum slóðbrótandi í fyrru kappingini.
Bólkurin hevur skift manning fleiri ferðir síðstu árini, men høvuðsmenninir í bólkinum eru teir somu hesaferð, sum teir vóru fyri tveimum árum síðani.
Brynjolfur á Heygum stendur fyri tí nógva av tónleikinum, meðan Ludvík Breckmann leggur rødd til tónleikin.
Side Effect hevur spælt techno-tónleik, men hesaferð fara teir at spæla nakað harðari tónleik ? teir kalla tað industriellan elektroniskan rock í tí heilt harða endanum.
Tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt til bólkin, síðani hann var við í Prixnum fyri tveimum árum síðani, men nú kemur hann undan kavi aftur.