Granskingardepilin – Fróðskaparsetur Føroya og Útoyggjafelagið arbeiða við at menna føroyskt siðbundið handverk og skipa í tí sambandi fyri átaki í Perluni og Reinsarínum í Havn frá 24. - 27. november.
Tiltakið verður nevnt ”Livandi Tilfeingi – handverk og list” og er liður í verkætlanini Économusée, eitt upprunaligt kanadiskt konsept. Endamálið er at menna tað siðbundna handverkið at gerast burðardygt, skapa inntøku og virksemi í lokalsamfelagnum.
– Nógv av okkara siðbundna handverki er um at hvørva, og tey flestu, ið fáast við tað, hava tað sum ítriv ella hjávinnu, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Í Perluni og Reinsarínum dagarnar 24. - 27. november verður verður ljós varpað á handverkið. Livandi verkstøð, har m.a. dreyibonkur, essa, seymimaskina, handamboð o.a. verða víst í verki. Tey vitjandi kunn síggja tilfarið, teknikkin og framferðarháttin, men ikki minst, tey kunnu keypa sær vørur frá handverkarunum.
Tey handverk, ið eru við í verkætlanini í løtuni, eru jarn-, træ- og grótsmiðja, tónleikur og bátasmíð og spinnarí. Annað handverk og list verður eisini umboðað á tiltakinum í Perluni og Reinsarínum, eitt nú ølbrygging, leður-, klædna-, skinn- og glasarbeið.
Tiltakið er alment og umframt tey livandi verkstøðini verða tónleikaframførslur, søgur fyri børn, frásøgur og Économusée-cafe og rabarbubarr.










