SIC um alt Evropa

Her fyri gjørdi SIC plátusáttmála, sum hevur við sær, at fløgan Fighters They Bleed verður at fáa í fløguhandlum kring alt Evropa. - Vit samráðast eisini við plátufelag um at fáa fløguna út í USA, og hava fingið sera góðar afturmeldingar, sigur Eddie Jacobsen, gittarleikari og talsmaður hjá SIC

 

Felagið, sum tungmálmsbólkurin SIC hevur gjørt avtalu við, er danska Mighty Music. Tað eru átta mánaðir síðani, at fløgan kom í føroysku handlarnar. Tá gav Dimmalætting fløguni toppkarakter, seks av seks møguligum, umframt ein týskur og ein amerikanskur tónleikamiðil eisini hava givið fløguni sera góð skotsmál.

 

Eddie Jacobsen og hinir í SIC fegnast um nýggju avtaluna, bólkurin hevur gjørt við Mighty Music og gleða teir seg til 11. apríl, tá Fighters They Bleed verður at fáa í fløguhandlum uttanfyri Føroya.

- Tá fæst fløgan í øllum teimum umráðandi fløguhandlunum kring Evropa. Viðhvørt ger plátufelagið eisini nógv fyri at fáa teirra bólkar á russiska og asiatiska marknaðin, men tað er ikki endaliga avtalað enn, greiðir Eddie Jacobsen frá.

 

Hann kann eisini avdúka, at tað ikki einans verður arbeitt við fáa fløguna hjá SIC á russiska og asiatiska marknaðin.

? Vit samráðast við plátufelagið Eclipse í USA. Har er einki avtalað enn, men afturmeldingarnar, vit hava fingið, hava verið ógvuliga positivar. Hjá teimum er tað ein spurningur um pengar, og við at geva okkum út, taka teir ein stóran kjans. Men teir hava so sagt, at teir so høvdu samskift við okkum, um teir ikki mettu okkum vera áhugaverdar fyri norðuramerikanska marknaðin, greiðir Eddie Jacobsen frá.