23. mai fer føroyski metal-bólkurin SIC at framføra í The Rock í Keypmannahavn.
Danski bólkurin DRAB fara at stuðla uppundir.
The Rock liggur ?í hjartanum? av Keypmannahavn, og er sostatt frálíkt sum ?rock venue?, náttklubbi og møtistað. Staðið, sum er frá 2004, hýsir oftast rokkbólkum, ið enn ikki hava fingið sítt altjóða gjøgnumbrot, men eisini heilt kendum nøvnum.
Nú sleppur SIC so at royna seg, og seinni í ár fara Týr helst eisini á pallin.
Í sambandi við framførsluna hava SIC fingið sær ein filmsbólk, ið fer at taka alla konsertina upp.
Dyrnar opna kl. 21, og atgongumerkini kosta einans 55 kr.











