Sic og Side Effect gera innrás í USA

Seinni í heyst fara føroysku bólkarnir Sic og Side Effect á konsertferð í USA saman við íslendsku bólkunum Stillbirth og Nevolution

Northern Invasion Tour er heitið á eini føroyskari og íslendskari konsertferð í USA, ið fer av bakkastokki 27. oktober. Føroysku bólkarnir Sic og Side Effect og íslendsku bólkarnir Nevolution og G! aktuellu Stillbirth, fara at spæla 20 konsertir frá Dallas í Texas til Los Angeles í Kalifornia. Konsertirnar vera í størri rokkklubbum. Ætlanin er umframt at spæla konsertir, at vitja útvarpsstøðir og bløð kring Amerika. Longu nú hava fyriskipararnir verið í amerikanskum útvarpi og greitt frá um konsertferðina.
Bæði Sic og Side Effect hava arbeitt við at koma út um landoddarnar við sínum tónleiki, og henda konsertferð tykist sum eitt fet tann rætta vegin.
Sic fer fyrst í september í upptøkuhøli at spæla inn fyrstu fløgu sína. So bólkurin skuldi verið í góðari venjing, nú hann fer til USA at royna seg. Ætlanin er at fløgan kemur út í desember, men bólkurin fær eitt fyribils ljóðbland av nøkrum av løgunum við sær til USA, at nýta sum promotión tilfar.
Side Effect hevur í summar spælt á fleiri festivalum og á ólavsøkukonsertini, hetta eftir at bólkurin gav sína fyrstu fløgu út í juni. Løgini hjá Side Effect hava fingið góða móttøku her heima, men eisini í Týsklandi, har framleiðarar og plátuvendarar hava tikið føroyska ídnaðarteknotónleikin til sín.
Av íslendsku bólkunum á ferðini er Nevoution ivaleyst tann mest spennandi. Bólkurin spælir hetta slagið av symfoniskt kendum deyðsmálmi, ið vit kenna frá bólkum sum Stillbirth og føroysku Synarchy, bólkurin sigst at vera ein tann besti innan hesa tónleikagrein og hevur vunnið sær nógvar fjepparar. Bólkurin gav fyrr í ár fyrstu fløguna út, og hevur síðan tá spælt nógv í íslandi. Veruliga gjøgnumbrotið hjá bólkinum í Íslandi kom, tá ensku tungmálmsrisarnir Iron Maiden bóðu bólkin hita upp fyri seg á konsert síni í Íslandi. Hetta gjørdi, at bólkurin frá at vera ein ókendur bólkur av Akureyri gjørdist kendur av øllum tungmálmsáhugaðum íslendingum.
Tað var Stillbirth, ið viðmældu Sic til Eric úr bólkinum Down In Flames, ið samskipar konsertferðina. Ætlanin var upprunaliga, at talan skuldi vera um fyrst og fremst íslendskar bólkar, men so kom Sic við á skránna, og teir viðmældu Side Effect. Eric helt Side Effect vera sera áhugaverdar, og teir komu tí eisini á skránna. Av tí at fleiri av limunum í Side Effect nema sær miðnámsútbúgving fær bólkurin tó einans luttikið á 14 av teimum 20 konsertunum.
 
Les meira um konsertferðina á myspace.com/thenortherninvasiontour