Sic hugni

Mánadagin kom endiliga fyrsta fløgan hjá Sic á marknaðin.

Bólkurin ætlar, at Pandemonium skal verða ein varði í føroyskum tónleiki. Sum sæst á myndunum var talan um eina heldur serstaka løtu, har ein Sic Chick bjóðaði vælkomnum, bólkurin spældi sín málmstónleik og gestirnir fingu kaffi, køkur og eina hugnaliga løtu.