26. juni skal føroyski metal-bólkurin SIC framføra í Finlandi.
Nú er almannakunngjørt, at SIC skulu framføra til eitt stórt tiltak í Nosturi, ?Under the Northern Star?.
Hetta verður sostatt teirra fyrsta framførsla í FInlandi.
Tiltakið fer at vera karmur um fleiri ymisk sløg av list. Nógv fólk væntast at koma, tí dagin eftir byrjar ein stórur festivalur í Helsinki.