SIC fara út um Føroyar

Føroyski rockbólk­urin SIC fer komandi mánaðirnar undir eina rættiliga fjøl­broytta og spennandi konsertferð, eitt nú til Grikkaland, Skotland og Ongland

Tónleikur

Eyðun Müller Thomsen

eydunnudye@hotmail.com

Seinastu tíðina hevur bólk­urin SIC ikki verið so nógv at síggja til. Men man kann róliga siga at nógv hevur ver­ið at hoyra um bólkin. USA, Ísland, Australia, Holland og Týskland hava øll ligið framvið og hildið eldin í SIC hesa seinastu tíð­ina.

 Í vikuni bleiv so kunn­gjørt, at bólkurin skal til Athen í Grikkalandi.

Talan er um dagarnar frá 20.-25. november. Har verð­ur ein konsert við SIC í mest vælumtókta rocksali­num í Athen, ’Underworld’ sum er nakað heilt fyri seg. Listamaðurin aftanfyri fløgu­húsan hjá SIC, Seth Siro Anton hevur designað spælistaðið við síni ser­merktu list.

 Eitt nú á

www.hollywoodmusic.tv

eru tey fullkomuliga berg­tikin av hesum lovandi bólki. Tey hava eisini á my­space sínari lagt SIC á teirra top 24 lista.

Hetta er ikki heilt býtt. Tí teirra vinir á myspace telja annars yvir 22.000.

Hollywood Music Inc hev­ur millum 20.000 og 80.000 vitjandi um dagin. Og hetta hevur fingið eyg­uni upp fyri SIC.

Rosegarden In Hell sum Sjónbandalag

Dagin eftir konsertina í Athen eru tveir langir ar­beiðsdagar at síggja fram til.

Vælumtókta lagið frá SIC, ’Rosegarden In Hell’ verður gjørt til sjónbandalag. Og aftur her stendur ein sera áhugaverdur maður aftan fyri produktiónini.

 Sjónbandaprodusari og ’special effects maker’ Achilleas frá Hypnagogia Films skal upptaka og pro­dusera fyri SIC. Achilleas er sera kendur fyri sítt drúgva arbeiði frá stór­film­um sum Harry Potter 3 og Charlie & The Chocolat Factory. Hann hevur eisini móttikið ymsar virðislønir.

 Eisini kann nevnast at Achilleas hevur arbeitt við tónleikabólkum so sum Dark Tranquility til Pet shop Boys.

Lovandi sáttmáli

Sum nakað heilt nýtt kunnu limirnir í SIC í dag gleðast yvir eina nýggja avtalu, sum er komin í lag. Orpheous Spiliotopoulos hevur arbeitt sum promotari fyri eitt nú, Nuclear Blast Records, AFM - Records og starvast í lotuni hjá Warner Music í Grikkalandi. Hansara sáttmáli við SIC er tó uttan um Warner Music.

Ætlan fyri túrin

Allir limirnir í SIC motast í Keypmannhavn 16. no­vemb­er fyri at venja saman.

Eftirsum fleiri av lim­un­um í dag búgva ymsa staðni í Danmark, hevur eingin venj­ing verið síðsta mán­aðin.

20. November fara teir til Grikkalands, har teir skulu arbeiða og framfora teirra list í býnum Athen.

21. Nov verður konsertin í vælumtókta Underworld Club.

22. og 23. November fara upptokutólini síðani ígongd mitt í Athen.

Konseptið til sjón­banda­lagið er ikki kunngjort enn, men tað kann nevnast, at tað verður realistiskt við surrealistiskum element­um.

So tann 24. November fer Orpehous Spiliotopoulos saman við sínum kollega, við SIC í teirra radioshow. Sum er ein av mest væl­um­tóktu og stóru útvarps­rás­unum í Grikkalandi.

Kenda blaðið Rock Hard fer eisini at vera har og gera eina frásogn.

Rock Hard gav floguni Pandemonium 8/10.

Spot On! og Tutl

Hergeir Eldevig frá Spot On! hevur staðið fyri at skaffa fígging til túrin, og Tutl hevur stuðlað ferðini.

Hergeir frá Spot On! hevur arbeitt saman við SIC í uml. seks mánaðir.

Stór uppbakkan og nógv­ar arbeiðskreftir liggja aft­anfyri bólkin í løtuni. Spot On! við Hegeir Eldevik rekur Management’ið hjá SIC, og Orpheous tekur sær av promotion og roynir sam­stundis at fáa sáttmála til SIC.

Ár 2008 verður brennandi heitt

Nógv annað er á skránni, sum enn liggur í skuggan­um.

Hergeir Eldevig frá Spot On! hevur fingið bygt sam­an eina rundferð í Onglandi og Skotlandi við SIC í førarasetrinum.

Her kann m.a. nevnast.

23. jan 2008 Rockers, Glasgow, Skotland

24. jan 2008 Bannerman’s, Edinburgh, Skotland

26. jan 2008 The Moorings, Aberdeen, Skotland

27. jan 2008 Westport Bar, Dundee, Skotland

28. jan 2008 Head Of Steam, Newcastle, UK

29. jan 2008 The Borough, Sunderland, UK

 

Enn er alt ikki kunngjort, men tað er greitt, at túrurin verður longri enn so.