Fótbóltur
Páll M. Joensen er endaliga avgreitt. Málið, sum hevur rumblað í føroyskum fótbólti stóran part av hesum kappingarárinum, hevur ferð eftir ferð verið á fótbóltsbreddanum, og fatanirnar um málið hava verið bæði nógvar og ymiskar.
Málið endaði, tá Dómsnevndin gjørdi av at ógilda úrskurðin hjá Kappingarnevndini, og hóast VB/Sumba síðani kærdi hetta til Ítróttardómstólin, so varð avgerðin ikki at vita.
Siðvenjan skal fylgjast
Við hesum veik Dómsnevndin hjá FSF frá teirri siðvenju, sum hevur verið galdandi á økinum í nógv ár. Og tað er nakað, sum føroysku fótbóltsfeløgini tykjast vera rættiliga ósamd um.
Málið um spæliloyvi var millum teirra, sum stóð á skrá til formansfundin, og her var útmeldingin púrasta greið. Ein stórur meiriluti av føroysku fótbóltsfeløgunum komu við staðiligari áheitan um, at siðvenjan á økinum skal fylgjast. Hetta so mál av hesum slag ikki gerast drúgvari, enn gott er.










