Siðvenja frá 1995

Síðani stýrisskipanin kom í gildi á ólavsøku í 1995 hevur tað verið siðvenja, at fíggjarnevndin bert játtar pengar, um tað er serliga neyðugt. Annars er bara at kalla løgtingið saman, sigur Vilhelm Johannesen, virkandi fíggjarnevndarformaður

Tað var á ólavsøku í 1995 at nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi. Tá var Vilhelm Johanensen formaður í fíggjarnevndini.

? Vit viðgjørdu sjálvandi broyttu arbeiðsumstøðurnar hjá fíggjarnevndini, og hava síðani havt ta siðvenju, at slík mál vísir nevndin frá sær. Eitt dømi um tað var, tá Edmund Joensen, táverandi løgmaðúr, bað um eykajáttan til bygnaðarbroytingarnar hjá Finn Norman Christensen. Hetta varð eisini afturvíst.

Eitt annað dømið var, tá løgmaður í fjør bað um eykajáttan til Signar á Brúnni at gjalda undirskotið hjá Sjónvarpi Føroya. Hetta varð eisini avvíst. Eitt dømi um, at fíggjarnevndin hevur játtað slíkari umbøn, var tá játtast skuldu pengar til Kosovohjálpina.

? Tá mettu vit, at vit ikki kundu bíða til tingið kom saman. Skuldi hjálpin hava nakra meining, var neyðugt at ganga umbønini á møti, sigur Vilhelm Johannesen.

Vilhelm Johannesen vísir á, at samgongan hevur meirilutan í tinginum. Ynskir hon at játta fleiri pengar, so er bara at kalla løgtingið saman og samtykkja tað soleiðis, sum tað eigur sambært stýrisskipanarlógini.Eg haldi ikki man skal vera kløkkur, um olja ikki verður funnin fyrr enn um eini trý ár. Tit eiga at verða fyrireikaðir uppá, at tann fyrsta og næsta boringin ikki treffir við olju. Hóast vit halda okkum vita nógv um undirgrundina, og tað eru royndir frá økinum nærhendis, so eru tað altíð "yvirraskilsi" í hesi vinnu.

Hvørji feløg enn fáa lisensir, so heldur Chris Kernick, at hetta kann blíva ein spennandi tíð og stór avbjóðing fyri Føroyar. Eitt eru so tey mest áhugaverdu økini við markið, men tað liggja eisini stórar avbjóðingar fyri framman, tá talan verður um at hyggja nærri at teimum strukturunum, sum liggja undir tjúkka basaltinum.