Eftir at tað hevði leikað javnt á til 10 í fyrsta setti, gjørdi gjørdi SÍ eitt skarvslop og fór frá 11-10 upp á 19-12, og so var hetta settið komið undir land.
Í øðrum setti dragnaði alt fyri eitt millum liðini, og SÍ legði seg á odda 11-5 og 15-7, áðrenn settið varð vunnið 25-13.
Sama gongdin var frá byrjan í triðja setti, har SÍ legði seg á odda 6-1 og 8-3, men Mjølnir gjørdi ein vørr og minkaði um munin niður í bara eitt stig og kom upp á 9-10. Tað var tó til fánýtis, tí SÍ táttaði í aftur og fór framum 13-9 og 17-11, áðrenn settið var vunnið 25-18.
Annar av nýggju kanadiarunum hjá Mjølni, leikandi venjarin Michael Rowsell, var við fyri fyrstu ferð, men í dag gjørdi hann ikki tær heilt stóru skreytirnar, men tað gjørdi fáur á Mjølnir-liðnum, sum annars var væl mannað, tó at Jóhan Arni Elisson Wang ikki var við.
SÍ var nógv sterkari á øllum plássum í dag og verður uppaftur sterkari, tá póllendingarnir Matt Pazgan og Jakub Madej eru tøkir. Men helst býr meira í Mjølni, enn tað vit sóu í dag, og liðið hevur góða tíð at finna tað fram til næsta dyst, tí hann verður ikki fyrr enn 3. november, tá Mjølnir vitjar í Fuglafirði.
Fleyr – Ternan 3-0 (25-13, 25-16, 25-14)
Tað tók undir ein tíma hjá Fleyr at vinna 3-0 á Ternuni, sum bara í lítla løtu í øðrum og triðja setti megnaði at geva eitt sindur av mótstøðu.
Í fyrsta setti legði Fleyr seg á odda 10-1, áðrenn settið varð vunnið 25-13. Í øðrum setti fylgdi Ternan so dánt við fyrstu løtuna, so tað var ikki verri enn ilt, men so líðandi vaks munurin úr fýra, fimm upp í tey níggju, sum vóru á muni, tá settið endaði 25-16.
Í triðja setti var Ternan komin upp á javnt til støðuna 7-7, men alt fór fyri mutur og skutur, tá Fleyr gjørdi eitt hál upp á 10 stig á rað og legði seg á odda 10-7. At enda vann Fleyr 25-14.
Støðan í Polestar-deildini:
##med2##
Mynd: SÍ
---------------------------------
Flogbóltssamband Føroya