Í summar vitjaði útlendskt filmslið frá Quest TV í Føroyum. Hesi gera matsendingina, Nomad Chef, fyri kendu rásini Discovery Channel.
Sendingin varð víst fyrstu ferð 20. desember, og liggur nú á netinum.
Sendingin kann síggjast her.
Filmsliðið ferðast kring knøttin, harav heitið 'nomad chef', har tey royna ymsar hættir at gera mat í teimum ymsu londunum. Tey høvdu frætt um serstøku føroysku matmentanina, millum annað, umvegis marknaðarførlsluna hjá Sp/f Solea av føroysku rávørunum.
Les eisini: Umvendu vegetar til føroyskan mat
Undir upptøkunum, høvdu tey eisini tætt samband við Solea, har Elsa Maria Olsen segði frá, at tey vóru somikið bergtikin av rávørunum, at enntá tann eini myndamaðurin, sum var vegetarur, unnti sær sjálvum at royna føroyska kjøti.