Siðsemisnevndin havt fyrsta fundin

Nógv umrødda Vísinda siðsemisnevndin hevur nú havt sín fyrsta fund. Greitt er, at Høgni Djurhuus heldur fram sum formaður

SIÐSEMISNEVNDIN

Vísinda Siðsemisnevndin hevði hósdagin sín fyrsta fund. Teir sjey limirnir hittust fyri fyrstu ferð síðani nevndin varð skipað av nýggjum. Á fyrsta fundinum skipaði nevndin seg við Høgna Djurhuus sum formanni. Tað er sostatt verandi formaður, ið heldur fram í sessinum.
Siðsemisnevndin hevur rættiliga verið í andglettinum, síðani Bill Justinussen sum nýggjur landsstýrismaður valdi nýggj umboð í nevndina. Nevndarvalið hevur verið á ovasta politiska stigið og vent, tí ivi er sáddur um tey fólk, ið Bill Justinussen hevur valt í nevndini. Eisini á tingi hava atfinningarnar verið nógvar móti teimum, ið Bill Justinussen hevur valt í nevndina.
Tað er Læknafelagið og landsstýrismaðurin í heilsumálum, ið velja limirnar í nevndina.
Teir tríggir nevndarlimirnir, sum Lækanfelagið valdi í nevndina, eru Høgni Djurhuus, Annika Olsen og Eliesar Olsen, sum øll eru læknar.
Hinir fýra nevndarlimirnir eru:
Anne-Lene Olofson, lektari úr Klaksvík, Eydna Háberg, sjúkrasystir úr Havn, Dánjal á Dul Jacobsen, fyristøðumaður úr Havn og Jens Vang, løgfrøðingur úr Havn.