Tað hevur verið sagt fleiri ferðir í fjølmiðlunum síðstu dagarnar, at undirritaði og hini trý nývaldu í siðseminevndini, ikki vórðu vald vegna okkara fagliga førleika, men út frá tí at landsstýrismaðurin í heilsumálum kennir okkara (andaligu) meiningar, og at hann tískil hevur valt sítt egna fólk. Fleiri persónar hava stigið alment fram og sagt, at vit bert eru vald tí okkara sjónamið eru ?víðgongd?, ?ikki hóvlig? o.l., og at vit vegna okkara samkomutilhoyri og/ella kristnu trúgv ikki eru egnaði at umboða Føroya fólk í siðseminevndini.
Eg kenni ongan av hinum trimum nývaldu persónliga, og er hendan grein tískil bert skrivað vegna meg sjálvan.
Fyrst vil eg siga, at tað hevur verið ótespiligt at verða vorðin politisk kastibløka í hesum málið. Tá eg varð spurdur, um eg vildi taka av einum nevndarsessi í siðseminevndini, visti eg ikki hvør annar var vorðin spurdur, og grunaði eg tí heldur ikki, at hetta málið fór at gerast slíkt stór mál.
Síðani skal eg her afturvísa tveir pástandir, ið hava verið frammi:
Fyrsti pástandur: Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur valt sítt egna fólk í siðseminevndina!
Sjálvur havi eg aldrig hitt ella tosa við landsstýrismannin í heilsumálum. Ikki eina einastu ferð. Av somu orsøk veit eg heldur ikki, hvørjar hugsanir hann hevur um siðsemi og siðseminevndina. Tað er jú siðsemi og siðseminevndina málið snýr seg um - ella hvussu? Eg havi aldrig úttala meg alment um hetta evnið. Av somu orsøk kann landsstýrismaðurin ikki kenna mínar hugsanir á hesum øki. Eingin hevur heldur spurt meg um mína hugsan - heldur ikki fjølmiðlarnir, Anita á Fríðriksmørk, Eyðun Andreassen ella nakar annar. Politiskt valdi eg tjóðveldisflokkin við síðsta løgtingsval.
Eg vil halda uppá, at Bill kennir ikki mínar meiningar, annað enn tað, at eg gangi út frá, at hann veit av, at eg havi ein virknan leiklut í brøðrasamkomuni. Hví verið eg so alíkavæl skýrdur at verða ?víðgongdur? v.m.? Er tað mín leiklutur í brøðrasamkomuni, ið er trupuleikin? Tað skal ikki verða nøkur loyna, at eg eri samdur í læruni hjá brøðrasamkomuni. Høvuðsboðskapurin í hesi læru, er sum flestu føroyingum kunnugt, at ein hvør, ið trýr á Jesus skal verða frelstur (sí t.d. Jóhannesar evangelium 3:16). Júst hesin boðskapur er sambært Martin Luther grundarsteinurin undir hansara læru, og harvið eisini undir føroysku evangelisku luthersku fólkakirkjuni - ella hvussu? Um hetta er rætt, hvat er tað so, ið ger meg ?víðgongdan? og harvið diskvalifiserar meg?
Vísandi til omanfyristandandi haldi eg fyri mítt viðkomandi, at tað eru ikki saklig sjónarmið, sum liggja til grund, tá sagt verður, at landsstýrismaðurin hevur valt sítt egna fólk í siðseminevndina, og at hetta er orsøkin til, at eg eri vorðin valdur.
Annar pástandur: Nývaldu limirnir eru ikki fakliga kvalifiseraðir at sita í siðseminevndini!
Tvær útgávur hava verið frammi í fjølmiðlunum síðstu dagarnar av hesum pástandi.
Fyrra útgávan helt uppá, at tá ein persónur er so ?víðgongdur?, sum vit fýra nývaldu er vorðin skýrd at verða, so vil ein seta forboð fyri gransking og í besta føri bert nýta egnu serstøku bíbliutulkingar, sum grundalag fyri støðutakan í siðseminevndini. Eg kann bert úttala meg fyri meg sjálvan og siga, at eg mær kunnugt einki havi ímóti gransking. Eg havi ongar ætlanir um at seta forboð fyri gransking í Føroyum - tvørturímóti! Eg eri ongantí fyrr vorðin ákærdur fyri at missnýta mína trúgv í samband við fakliga partin av mínum løgfrøðiliga arbeiði. Tá eg so alíkavæl verði ákærdur fyri hetta, av fólkum, ið als ikki kenna meg, ger tað meg forvitnan at vita, um hesir persónar hava nýtt grundreglurnar fyri góðari gransking sum grundarlag, áðrenn teir komu til hesa niðurstøðu?
Seinna útgávan helt uppá, at nývaldu limirnir eru ikki fakliga (vísindaliga) nóg væl kvalifiseraðir at sita í siðseminevndini. Føroyska siðseminevndin skal arbeiða eftir kongelig Anordning nr. 962 af 30. november 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om et videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter. § 3, stk. 1, pkt. 1, er soljóðandi: ?Den færøske regionale komite består af mindst 7 medlemmer, hvoraf 4 udpeges af Landsstyremanden og 3 udpeges af den færøske lægeforening.? Tað er ikki óvanligt, at slíkar ásetingar eru tá nevndir skulu mannast. Tá eingi faklig krøv verða sett til teir 4 limirnar, ið landsstýrismaðurin velur, skyldast tað vanliga at lóggávuvaldið ynskir eina fakliga og menniskjaliga breidd, ið ikki skal avmarkast til fólk við ávísum útbugvingum. Tí er bakarin í prinsippinum líka væl egnaður sum arbeiðsmaðurin og fulltíðargranskarin líka væl egnaður sum bankamaðurin, at sita í slíkari nevnd. Í hesum føri fall valið so á ein lektara, eina leiðandi sjúkrasystir, ein fyristøðumann og á ein løg-frøðing. Teir 3 limirnir, ið læknafelagið velur, eru sum verða mann læknar og kunnu á tann hátt tryggja at fakspesifikki kunnleikin er til staðar í siðseminevndini.
Vísandi til omanfyristandandi haldi eg fyri mítt viðkomandi, at tað eru ikki saklig sjónarmið, sum liggja til grund, tá sagt verður, at nývaldu limirnir eru ikki fakliga kvalifiseraðir at sita í siðseminevndini.
Lat meg enda við at siga, at eg veit væl at høvuðsspurningurin í hesum málið, snýr seg um at fleiri halda, at valið hjá landsstýrismanninum í heilsumálum av nevndarlimum ikki umboðar Føroya fólk nóg breitt. Eg havi onga ávirkan havt á hetta val, og ætli mær ikki her at taka dagar ímillum, um hetta val var sakligt ella ikki. Tað stendur tó sjálvandi einum og hvørjum frít í boði, at siga sína hugsan um hetta val, og er tað gott fyri demokratii, at slíkir spurningar verða havdir á lofti.
Tað hevði tó verið ynskiligt at tey fólk, ið úttala seg um slíka vísindaliga nevnd, sjálvi hildu seg til grundreglurnar fyri vísindaligum arbeiði. Her hugsi eg um t.d. objektivitet, sakligheit, at eftirkanna síni ástøði, o.s.fr. Fordómar eru vanliga ikki við í amboðskassanum hjá einum granskara/vísindamanni.
Eg ynski ikki at gerast partur av einum longri blaðkaki. Tí verða ikki fleiri orð søgd alment frá mínari síðu í hesum málið.










