Siðsøga: Føroyingar á hvalaveiðu í Suðuríshavinum

Í 1946 fóru 66 føroyingar við hollendarum á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum. Hetta er ein serlig hending í føroyskari veiðumannasøgu.

Í Siðsøguni hjá Óla Jacobsen í Vikukiftis Sosialinum hesa ferð er 1. partur av hesi áhugaverdu nærum ævintýrkendu søgu, sum var so nógv øðrvísi enn tað, sum okkara fiskimenn høvdu roynt áður. Í hesum parti er søgan aftanfyri og um ferðina til Hollands.

Greinin kann lesast í Sosialinum í dag.

##med2##

Brot úr greinini: Mikkjal Gulklett í Nólsoy skrivaði víðari í sín dagbók:

Tann 11. oktober fingu vit útbetalt pening fyri reisiútgiftir, vit høvdu goldið av egna lumma. Merkiligt nokk vísti tað seg, at bygdarmenninir, sum komu langvegis frá, høvdu minni útgiftir enn havnarmenn.

##med3##

Útgiftirnar hjá bygdarmonnum lógu frá 20 upp til 60 kr. Hjá havnarmonnum frá 80 upp til 150 kr. Klagað var um, at vit fingu lítið og einki av kjøti. Tó tað var lovað okkum, at vit skuldu fáa nokk av tí. Tá kom fyri dagin, at hovmeistarin hevði selt ein stóran part av kjøtinum á svartabørs.

12. oktober fingu vit bíløtini frá fotografinum, sum vit allir vóru uppi á. Hann bjóðaði sær at senda tey heim til Føroya til Louis Apol, sum so skuldi senda tey til sítt rætta pláss í Føroyum. Tey kostaðu 60 cent pr. stk. Eg keypti mær eitt fotografiapparat og tveir filmar frá Richard Nybo fyri ca. 55 danskar krónur.

##med4##

Sunnudagin 13. oktober vóru vit í friði á sjómansheiminum. Tá fingu vit boð um, at vit allir skuldi møta upp umborð á "Willem Barendsz” kl. 7 morgunin eftir.

14. oktober kl. 6 um morgunin vórðu vit vaktir. Kl. 6.30 fingu vit morgunmat. kl. 7 fóru vit við fergu yvir til dokkina, har kókaríið lá. Vit loystu skipið, og so var tað sleipa út til eina boyu fyri at rætta kumpass. Tað vardi 3 tímar. Síðani var tað sleipað upp á síðuna á einum tangabáti at taka olju.

##med5##

Nakrir mans mynstraðu umborð á "Willem Barendsz” sama dag. Vit skrivaðu okkara navn upp á bemandingslistan og fingu so eitt nummar - hvør maður - fyri at tað skuldi vera lættari at finna skil á øllum. Eg fekk nummar 145. Vit máttu eisini undirskriva “tavshedspligt” um alt sum gekk fyri seg umborð. Vit vóru umborð til kl. 3 um dagin, tá fóru vit í land aftur. Tá høvdu vit verið umborð í 9 tímar og hvørki fingið mat ella drekka, so fyrsti dagur umborð var einki serliga hugnaligur.

Sí eisini: Føroyingar á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum

##med6##