SÍ kvinnur feldu TB

SÍ hevur spælt seg í kvinnufinaluna í steypakappingini í flogbólti

Í dag verða hálvfinalurnar í steypakappingini í flogbólti spældar - bæði hjá monnum og kvinnum .

Fyrsta av fýra halvfinalum er spæld. Hon var millum kvinnuliðini hjá SÍ og TB, og hon endaði við sigri til SÍ.

Dysturin endaði 3-1, eftir at TB hevði vunnið fyrsta settið 25-18. Eftir hetta var tað SÍ, sum stóð fyri tí betra og meira trygga spælinum. Settini endaðu 25-19, 19-25, 18-25 og 19-25.

Klokkan 19.00 verður hin hálvfinalan hjá kvinnum spæld. Hon er ímillum KÍF og Fleyr.