Siðbundið sjónvarp nýggjársaftan

Skráin í Kringvarpinum í kvøld líkist sær sjálvari nýggjársaftan

Tað eru óivað fleiri, ið sita frammanfyri skíggjan nýggjársaftan og hyggja at sendingini "Árið ið fer" bæði  í ítrótti og tíðindum, og soleiðis taka samanum tað farna og traðka inn í tað nýggja, sum stendur fyri durum.

Umframt nýggjárssendingina bjóðar Kringvarpið eisini nógv av tí sama, sum vit plaga at síggja á skíggjanum, tá fýrverkið verður skotið uttanfyri. Skráin í Kringvarpinum í kvøld líkist sær sjálvari nýggjársaftan. 

Mr. Bean verður aftur at síggja í kvøld, umframt at nýggjársrøðan hjá drotningini og nýggjársrøðan hjá løgmanni verða vístar, sum vant. Og 90 ára føðingardagurin hjá Miss Sophy er framvegis sera væl umtóktur, hvørjaferð vit fara inn í nýggja árið.

Soleiðis er nogv, sum tað plagar, nú vit á siðbundan hátt siga tí gamla farvæl og seta sjøtil á eitt nýtt ár og eitt nýtt áratíggju.