ShuBiDua nýta Bjarnastein aftur

-

Tá Shu Bi Dua herfyri vitjaðu í Føroyum, royndu teir føroyska guitarmerkið Bjarnastein, ið Petur Magnus Bjarnastein byggir.

Tað var Ole Kibsgaard, guitarleikari, ið royndi guitaran og hann lat væl at.

Tó er Ole ein sera stórur maður og júst royndarguitarin er sera lítil og lættur og hóskaði ikki so væl.

Men Petur Magnus er fegin, tí Ole fer at nýta guitaran aftur.

- Ætlanin var, at Lena og Niclas skuldu hava guitaran við til Canada, um Shu Bi Dua ikki struku avstað við honum. Men hetta er fyribils útsett, tí tey ætla sær ikki at koma aftur fyrr enn í summar. Ístaðin taka tey gitaran við til Danmarkar, tá tey brátt fara í upptøkuhølini við Óla Poulsen. So lænir Ole Kibsgaard guitaran og nýtir hann í eini sjónvarpssending, har hann spælir við í húsorkestrinum. Um hann so sigur nakað um guitaran, tað veit eg ikki, greiðir Petur Magnus Bjarnastein frá.

Petur Magnus hevur eisini ætlanir um at fáa guitaran við í okkurt enskt blað, ið roynir guitarar og metir um teir.

Komandi ár hevur hann ætlanir um at fara undir at byggja akkustiskar guitarar.