Shubidua eru lendir

Hesaferð var eingin slingur í valsinum, og danski poppbólkurin Shubidua er

komin til landið. Í kvøld spæla teir konsert á Vágsbøi í Klaksvík. Fyri trimum árum síðani var ætlanin, at Shubidua skuldi spæla á Summar

Festivalinum, men seinkingar í flogferðsluna og vánaligt veður gjørdu, at

bólkurin kom ikki til Føroya.

 

Í ár stendur Shubidua aftur á plakatini hjá Summar Festivalinum, og hesaferð

eru donsku tónleikararnir komnir til Føroya. Teir lendu við flogfari hjá

Atlantsflogi í morgin, og í kvøld fer Shubidua á pallin á Vágsbøi.

 

Shubidua hevur sína konsert kl. 22.15 í kvøld. Í dag ber eisini til at hoyra

bólkar sum Páll Finnur Páll, Guðrið Hansdóttir, Kim Hansen og Hanus G.

Johansen.