Eitt av høvuðsnøvnunum á SummarFestivalinum 2010 verður danska Shu-bi-dua. Og longu nú er greitt, at teir spæla fríggjakvøldið. Ætlandi skuldi Shu-bi-dua vera partur av festivalinum í 2006, men ta ferðina argaði mjørkin somikið nógv, at donsku entertainararnir ongan tíð fingu fótin á føroyska jørð.
Men nú eru teir til reiðar at gera eina nýggja roynd, og hóast talan er um ein bólk, sum eftir hondini er vorðin 37 ára gamal, so er undirhald í tí heilt stóra flokkinum í væntu.
- Vit hava sangirnar, sum fólkið kennir og kann syngja við til. Vit eru í stóran mun ein syngi-við-bólkur. Vit fáa sera góða móttøku allastaðni, har vit koma, og fólk eru altíð klár at liva við í okkara framførslum, sigur Michael Bundesen, sum í dag er einasti upprunalimurin í bólkinum.
- Vit fara at spæla somu sangir, sum vit vanliga spæla í Danmark, tá vit koma til Føroya. Seinast upplivdu vit, at føroyingar kendu allar okkara sangir. Tá vistu vit faktiskt ikki av, at føroyingar kendu okkara tónleik so væl, men tað gjørdu teir. Tað var sera hugaligt at uppliva, og vit ætla at geva føroyingum eina ordans konsert aftur hesaferð, sigur Michael Bundesen.









