SHOWMENN á Norðoyastevnu

Norðoyastevnan í ár verður forkunnug og hugfarslig. Sum flest fólk vita, verður hallarkabarettin Haugaard Pelagic við Jacob Haugaard, Hilmar Jan, Sjúrði Skaale og øðrum góðum leikaraum í badmintonhøllini. Og atgongumerkini ganga sum heitt breyð.

 

Men aftrat tí verður stórdansur aftaná kabarettina leygarkvøldið 1. juni.

 

Tað er eydnast at fáa Showmenn við navnkunnuga og Bon Jovi-aktuella Jens Marna Hansen, Kim, James og Jóhannus at spæla til dans. Seinast Showmenn spældu til hallardans sluppu ikki øll inn. Hetta er ein risiko, og ikki minst á Norðoyastevnu. Tí eru nøkur atgongumerki sett til sølu longu nú. Har er tað først til mølle prinsippið sum er galdandi - prinsippið, sum á føroyskum eitur sein kúgv.

 

Showmenn eru eyka upplagdir til dansin á Norðoyastevnu og hava í hesum sambandi verið hjá fotografi, sum sæst á myndini omanfyri.