Íshokki og kurvabóltur eru størri enn fótbóltur

Í Lettlandi livir fótbólturin í skugganum av íshokki og kurvabólti.

Føroyingarnir, sum eru staddir í Riga skulu ikki vænta at møta einum risastórum áhuga fyri fótbólti og fyri HM-undankappingardystinum millum Lettland og Føroyar, sum verður á Skonto leikvøllinum í Riga, fríggjakvøldið klokkan 19.45.

 

Fótbólturin í Lettlandi livir væl og virðiliga í skugganum av íshokki, sum er best umtókta ítróttargreinin í Lettlandi. Fótbólturin stendur eisini í skugganum av kurvabólti, sum er næstbest umtókta ítróttargreinin í Lettlandi.

 

Í tí fyrru fullveldistíðini hjá Lettlandi millum 1918 og 1940, áðrenn Sovjetsamveldið innlimaði Lettland í sítt ríkið var fótbóltur best umtókta ítróttargreinin í Lettlandi, men hetta broyttist tá Lettland var partur av Sovjetsamveldinum og nógvir etniskir russarar vóru fluttir til Lettlands at búgva. Íshokki og kurvabóltur vunnu nógv fram, og fótbólturin í Lettlandi hevur ikki megnað at vunnið sær somu støðu, sum hann hevði áðrenn 1940.

 

Lettland hevur eisini vunnið seg í fleiri HM-endaspæl og olympisk endaspøl í íshokki, har teir hava gjørt ein góðan figur, men hava tó ikki vunnið nakað heiðursmerki enn. Í 2006 var HM-endaspælið í Lettlandi, og tað saman við einum stórum tali av lettlendskum íshokkispælarum í heimsins bestu íshokkiligu, NHL hevur styrkt um støðuna hjá íshokki í Lettlandi.

 

Í kurvabólti eydnaðist tað lettlendsku kvinnunum at gerast nummar fýra í Eurobasket kappingini í 2007. 

 

Frægasta úrslitið hjá lettlendska fótbóltslandsliðnum var at vinna seg í EM-endaspælið, sum var í Portugal í 2004. Tá eydnaðist lettlendingum at fáa javnleik 0-0 ímóti Týsklandi.