Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini hava havt trupuleikar við at skjóta mál í nógvum av teimum seinastu dystunum, og tann trupuleikin spøkti aftur í dag.
Shkupi tapti í dag 0-1 fyri Bregnalnica Stip á útivølli. Heimaliði skoraði sigursmálið longu í sjeynda minutti.
Lukkutíð tapti oddaliðið, Struga 0-1 fyri Vardar, so Shkupi er bert trý stig aftanfyri oddaliðið.
Struga er fremst í deildini við 54 stigum. Shkupi hevur 51 stig á øðrum plássinum. Struga er fremst við 54 stigum. Shkendija hevur 49 stig á triðja plássinum.
Komandi sunnudag hevur Shkupi heimadyst móti botnliðnum, Makedonija GP.