Shkupi reyk út úr steypakappingini

Jóan Símun Edmundsson var millum málskjúttarnar í brotssparkskappingini

Seinnapartin spældu Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi áttandapartsfinalu í norðurmakedonsku steypakappingini.

 

Dysturin var á útivølli móti Sileks.

 

Aftaná longda leiktíð stóð framvegis á jøvnum 0-0, og so var neyðugt við brotssparkskapping. Jóan Símun setti fyrsta brotssparkið hjá Shkupi í netið, men tveir av hansara liðfeløgum brendu. Bara ein brendi fyri Sileks, ið sostatt vann brotssparkskappingina 4-3, og heldur fram í kappingini.

 

Shkupi má nú fokusera upp á kappingina í bestu norðurmakedonsku deildini. Komandi sunnudag hevur Shkupi heimadyst móti Tikves. Shkupi er nummar seks í deildini við 13 stigum. Liðið hjá Jóan Símuni hevur níggju stig upp til oddaliðið, Rabotnicki sum hevur 22 stig.