Jóan Símun Edmundsson byrjaði á beinkinum, men var settur á vøllin frá byrjanini av seinna hálvleiki, tá lið hansara Shkupi spældi dyst á útivølli í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini móti, Gostivar.
Gostivar var á odda 2-0 í steðginum, og Jóan Símun og liðfelagarnir megnaðu ikki at svara aftur í seinna hálvleiki, so endin var, at Gostivar vann dystin 2-0.
Shkupi hevur bert fingið eitt stig í tveimum teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið, og teir liggja triðaftast í deildini.
Komandi sunnudag klokkan 15 spælir Shkupi dyst á heimavølli móti Vardar.