Shitboys fara til Klaksvíkar

Lívligi punkbólkurin spælir á Summar Festivalinum

Teir eru nakað av tí frískasta og festligasta, sum finst í føroyskum tónleiki í løtuni. Teir spæla punktónleik við fullari ferð og gera alt meira vart við seg uttanlands.

 

Joe & The Shitboys hava í ár havt fleiri konsertir uttanlands, eitt nú í Onglandi, og teir spældu á Roskilde Festivalinum í summar.

 

Um vikuskiftið fara teir á Summar Festivalin at spæla sín framliga punkrock.

 

Joe & The Shitboys spæla á Torginum fríggjakvøldið kl. 20.45.

 

##med2##