Shiny Wheels komið á marknaðin

Hósdagin var móttøka hjá AutoService við Oyggjarvegin í Havn í samband við at eitt nýtt produkt til at reinsa felgur á bilum við, Shiny Wheels, er komið á marknaðin

Shiny Wheels er ein nýggj vøra, ið er framleidd til at reinsa felgurnar á bilinum við.
Tað er fyritøkan Incra Sp/f v. Regin W. Dalsgaard, sum stendur fyri hesi verkætlan, ið er gjørd saman við Kemilux.

Møguleiki var eisini fyri at royna nýggju vøruna. Fólk vóru vælkomin at hava bilin við og royna hvussu Shiny Wheels virkaði. Fleiri nýttu høvi og fingu felgurnar reinsaðar við sera góðum úrsliti.

Shiny Wheels er ein føroysk vøra, ið er framleidd í Føroyum og er ætlað bæði føroyska og marknaðinum í grannalondunum.