Shevchenko vil vinna á Føroyum

Ringi standurin, sum vøllurin á Svangaskarði er í í løtuni, hevur órógvað fyrireikingarnar til dystin millum Føroyar og Ukreina leygardagin.

Men heimsstjørnan á liðnum, Andriy Shevchenko sigur við útlendskar fjølmiðlar, at hann ikki hugsar um vøllin, men bara um dystin móti Føroyum:
– Vit hugsa ikki um dysturin verður spældur ella ikki. Vit venja tí vit vita, at vit ikki hava ráð at missa stig í Føroyum. Um vit spæla, so spæla vit fyri at vinna. Alt annað kemur í aðru røð, sigur Andriy Shevchenko, sum dagliga spælir í álopinum hjá ensku meistarunum Chelsea.