Bara trý mál er samlaða úrtøkan hjá Andrey Shevchenko, sum fyri 340 mió kr. kom til Chelsea undan hesum kappingarárinum. Tað hevur ljóðað, at ukrainin ikki hevur trivist serliga væl í London, og nú tykist hann til reiðar at seta kósina aftur móti Italia. – Eg havi ikki tosað við leiðsluna í Chelsea um hetta. Mær dámar væl í London og í Chelsea, men mítt spæl tykist ikki at rigga her, sigur spælarin sjálvur. Leiðslan í felagnum hevur tó avsannað, at álopsstjørnan er á veg úr felagnum.