Shevchenko fyri £ 30.000.000

So er tað ein staðfesting. Milliardahópurin hjá Chelsea verður enn dýrari í komandi kappingarári. Tað hevur nevnliga eydnast ensku meistarunum at fáa Andrey Shevchenko við í hópin, og hóast prísurin kann tykjast øgiligur, so er eingin ivi um, at Roman Abramovich fegin rindar tær 340 mió kr., sum Milan skal hava fyri spælaran. Hartil er eisini sannlíkt, at Hernan Crespo verður sendur øvugtan veg. Crespo hevur ongan tíð av álvara funnið stórformin í Chelsea, men hinvegin skoraði hann mál í hópatali, tá hann fyri einum ári síðani varð læntur til júst Milan.