Hin 8. november rakti ógvusliga melduródnin Haiyan Filipsoyggjar og tók lívið av túsundatals menniskjum og gjørdi fleiri enn 600.000 fólk heimleys.
- Vit hava gjørt av at stuðla tiltakinum hjá Rotary International til at hjálpa teimum neyðstøddu á Filipsoyggjum við ”shelterboxes”, sum tað verður rópt.
Tórshavnar Rotary Klubb sigur, at ein ”shelterbox” er ein liðugtpakkað minibingja. Í henni er eitt sterkt og gott tjald, sum kann hýsa 10 fólkum. Í bingjuni er annars vatntangi, tablettir at reinsa vatn við, termoseingjaklæði, kókiútgerð og mangt annað.
- Útgerðin verður lagað - alt eftir í hvørjum øki av heiminum, hon verður brúkt. Tey, sum ”búgva” í tjaldinum, hava góðar møguleikar at lívbjarga sær í einar 6 mánaðir har. Ein slík bingja kostar umleið 5.500 krónur.
Lagt verður aftrat, at "shelterboxir" í fleiri førum hava víst sítt virði í verki.
Rotary hevur klubbar í flest øllum londum í heiminum, og tí er lætt at koma í samband við fólk á staðnum. Hetta var eisini galdandi, tá stóri jarðskjálvtin rakti Haiti í januar 2010.
- Tá veitti Rotary International í sínum átaki – sum Tórshavnar Rotary Klubbi eisini var við til at stuðla – tilsamans 28.000 shelterboxir til tey heimleysu gjøgnum rotaryklubbarnar á staðnum.
Rotary hevur langar traditiónir á Filipsoyggjum, og fyrsti klubbin har varð settur á stovn í Manila í 1919, bert 14 ár eftir at Rotary varð sett á stovn í Chicago. Í dag eru 830 rotaryklubbar har við einum limatali á næstan 22.000.
Tórshavnar Rotary Klubbi, sum varð settur á stovn í 1968 og hevur 40 limir, sigur, at Rotary veitir vissu fyri, at hvør einasta króna, sum kemur inn, fer til Filipsoyggjar.
- Tað eru ongar útreiðslur til umsiting, sigur klubbin.
Hjalgrim Samuelsen, forseti, sigur, at um onkur hevur hug at stuðla hesum tiltaki, ber til at venda sær til hansara og spyrja eftir konto nummari at flyta pening á.