Søluætlanir eru eftir øllum at døma orsøkin til, at stjórin í Føroya Shell hevur valt at stinga í sekkin. Umframt at íslendskir íleggjarar eru áhugaðir at keypa, vilja óváttaði tíðindi vera við, at Statoil eisini hevur áhuga í at keypa. Sjálvt um bert tvey oljufeløg eru á føroyska marknaðinum, er onki í verandi kappingarlóg til hindurs fyri, at annað keypir hitt. Hendan støðan er aktuell í løtuni, nú móðurfelagið Shell Group hevur gjørt av at selja føroyska dótturfelagið.
Tað var eftir øllum at døma avgerðin um at selja Føroya Shell, sum fekk stjóran á Føroya Shell seinastu 10 árini, Hákun Djurhuus, til at siga seg úr starvi.
Sambært Dimmalætting eru íslendskir íleggjarar áhugaðir at keypa, men sambært upplýsingum hjá Portalinum, er einasti kappingarneytin í Føroyum, Statoil Føroyar, eisini við í kappiningi um at fáa hendur á Føroya Shell.
Spurdur um nakað er í hesum tíðindum, sigur stjórin í Statoil Føroyar, Niels Juel Nattestad:
- Onga viðmerking!
Skuldi tað hent, at Statoil Føroyar keypir Føroya Shell, fær Kappingarráðið ikki gjørt nakað fyri at forða hesum.
Hetta váttar skrivarin í ráðnum, Terje Sigurðsson, fyri Portalinum. Hann ivast eisini í, um hann við nýggju kappingarlógini í hondini, sum er á veg, hevði havt møguleikar fyri at forða søluni til einasta kappingarneytan á marknaðinum.
Marknaðarstøðan millum Shell og Statoil í Føroyum er næsta fifty-fifty. Seinastu tvey-trý árini hevur umsetningurin og avlopið hjá Statoil verið heldur størri enn hjá Shell.










