Shell og Mjølnir tvey ár

Leygardagin var ein tvey ára sáttmáli millum flogbóltsfelagið Mjølnir og Shell undirskrivaður

Klokkan 15 skrivaðu Niclas Heri Jákupsson, leiðari og Eyðbjørn Andreasen, formaður í Mjølni undir tvey ára sponsoravtalu.
Fleiri av leikarunum hjá bæði kvinnu- og mansliðnum í meistaradeildini vóru tilstaðar. Bæði liðini hava fyri stuttum spælt seg í steypafinaluna, og ber tað brá av, at kappingarárið hjá Mjølni kann fara at gerast gott aftur í ár.
Niclas Heri Jákupsson sigur, at tað hevur stóran týdning fyri Shell at vera stuðul hjá Mjølni.
? At síggja okkara merkið á klæðunum hjá so sunnum, røskum og seriøsum ítróttarfólki, sum ferð eftir ferð hava megnað at fáa eitt flott úrslit, kann ikki annað enn vera gott, sigur hann.