Shell letur avgreiðslu aftur

Avgreiðslan hjá Føroya Shell á Rituvíkarhálsi letur aftur um ársskifti. Fyritøkan fer at umskipa seg, og tí verður avgreiðslan afturlatin. Stjórin leggur tó dent á, at talan ikki er um eitt afturstig. - Tað er lættari at halda eitt høgt tænastustøði við sentraliseraðum virksemi, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á Føroya Shell

Føroya Shell fer at umskipa seg, og serliga innan alt, sum hevur við kundatænastu at gera, verða broytingar gjørdar. Í hesum sambandi verður avgreiðslan á Rituvíkarhálsi latin aftur um ársskiftið. Hákun Djurhuus, stjóri í Føroya Shell, leggur tó dent á, at hetta er ikki eitt afturstig fyri kundarnar ella fyritøkuna:

- Vit fara at veita eina líka góða tænastu. Starvsfólkini verða ikki søgd úr starvi, men tey verða flutt til Havnar ella Klaksvíkar. Við undirsjóvartunnilinum er tað vorðið sera lætt at ferðast ímillum, og tí halda vit ikki, at eysturoyingar verða verri fyri.

- Avgreiðslan á Rituvíkarhálsi lá ikki serliga sentralt í Eysturoynni. Tí mettu vit hana ikki vera lívsneyðuga fyri okkum, sigur Hákun.

Hákun Djurhuus greiðir frá, at avgreiðsluhættirnir eru sera nógv broyttir, og tí er ikki neyðugt við so nógvum avgreiðslustøðum.

- Telefonin er eitt amboð, sum í alt størri mun verður nýtt til avgreiðslur, og vit ynskja eisini, at fleiri avgreiðslur skulu verða umvegis telefon.

Øll starvsfólkini halda fram, men summi koma at útføra eina øðrvísi uppgávu.

- Vit effektivisera okkara virksemi, við at sentralisera tað. Vit spara eisini pengar, tí at vit spara eina adressu. Øll kundatænastan verður umskipað, so at tey, sum arbeiða innan kundatænastuna, fáa færri uppgávur og sostatt kunnu leggja størri orku í kundatænastuna.

Hákun leggur dent á, at broytingin skal ikki uppfatast negativ. Ífylgi honum er broytingin best fyri kundarnar.

- Summi halda altíð, at broytingar eru negativar, men vit síggja ein stóran fyrimun við at sentralisera okkara virksemi. Tað er lættari at halda eitt høgt tænastustøði við sentraliseraðum virksemi. Vit royna at finna røttu kombinatiónina, so at vit kunnu útnytta okkara kapasitet. Á hendan hátt vilja vit menna fyritøkuna.