Shell hjálpir ungum føroyingum at fáa innlit í oljuvinnuna

Nú í summar hevur Shell havt føroyskan lesandi í summararbeiði á skrivstovuni í London. Shell vil eisini vera við til at hjálpa ungum føroyingum at nema sær kunnleika innan oljuvinnuna. Vit hava fingið hesa frágreiðing frá Tummas Pauli Mýri

Tummas Pauli Mýri skrivar:


Lisið í Skotlandi

og starvsvenjing

í London

Eg lesi BA Hons í búskapi á lærda háskúlanum Robert Gordon University í Aberdeen. Í samband við lesnaðin var eg eitt ár í starvsvenjing hjá Shell Gas Direct í London. Shell Gas Direct er dótturfelag hjá Shell UK Ltd. og tekst við at selja gass til tann bretska marknaðin. Árið hjá Shell Gas Direct fór við at arbeiða í kundatænastuni, og lærdi eg sera nógv um, hvussu tann bretski gassmarknaðurin arbeiðir.

Seinast í mars skuldu Shell og BP saman við Georg GRaig Group Ltd. vísa fram støðuskipið Grampian Frontier í Føroyum. Grampian Frontier, ið nýtt verður sum støðuskip við oljukeldurnar vestanfyri Hetland, er nýtt skip og bygt við serligum atliti til harðveðrið, ið kann vera á hesum leiðum. Eg var so heppin at verða bjóðaður við, og kom eg at tosa við fleiri fólk hjá Shell, ið arbeiddu við økið vestanfyri Hetland. Á túrinum hættaði eg mær at spyrja um møguleikan at fáa summararbeiði í deildini Atlantic Margin Venture, ið tekur sær av økinum vestanfyri Ísland/Hetland og av tí føroyska økinum

Afturkomin til London tosaði eg við jøvnum millumbilum við Atlantic Margin Venture deildina um møguligt summararbeiði, og eygnaðist tað mær síðst í mai at fáa arbeiði í tí deildini.


Atlantic Margin Venture

Aftaná loknað starvsvenjing hjá Shell Gas Direct síðst í juni mánaða, byrjaði eg beinanvegin uppá summararbeiðið í Atlantic Margin Venture deildini, sum eisini er í London.

Í deildini starvast 25 fólk, so tað var skjótt hjá Gordon Taylor, ið samskipar arbeiðið hjá Shell í London viðvíkjandi Føroyum, at vísa mær runt. BP er fyristøðufelag í samstarvinum millum Shell og BP í Foinaven- og Schiehallion oljuleiðunum. Sjálvt um Shell ikki er fyristøðufelag, fylgja teir kortini sera væl við tí, ið hendir. Tað kemur eisini fyri, at BP biður Shell hjálpa sær við onkrum. Men meginreglan er, at fyristøðufelagið ger meginpartin av arbeiðinum. Sambært samstarvsavtaluna millum Shell og BP, er BP fyristøðufelag í sunnara parti av økinum vestanfyri Hetland, meðan Shell er fyristøðufelag í norðara parti av økinum vestanfyri Hetland og í føroyska og írska økinum.

Í løtuni (september 1998) er oljuframleiðsla á tveimum økjum vestanfyri Hetland, Foinaven og Schiehallion. Foinaven byrjaði oljuframleiðslu í november 1997 og Schiehallion Ólavsøkudag 1998.


Business Plan -

5 ára verkætlan

Tá eg byrjaði, fekk eg at vita, at eg skuldi hjálpa teimum við at gera eina Business Plan - eina 5 ára verkætlan - fyri Atlantic Margin. Men fyri at kunna gera nakað munagott arbeiði, má ein kenna og skilja tey ymisku amboðini og hugtøkini, oljuvinnan arbeiðir við, tá búskaparligar metingar skulu gerast. So teir fyrstu dagarnir blivu nýttir til at seta meg inn í, hvussu oljuvinnan hyggur at oljukeldum við búskaparligum eygum.

Í Business Plan verður sett út í kortið, hvat felagið ætlar at gera, og hvat virksemið førir við sær í framleiðslu og inntøku. Her verður komið inn á nógv øki so sum:


Tal av leiti- og metingar (appraisal) brunnum, ið borast skulu


Væntaða oljunøgd í økinum


Møguligar nýggjar útbyggingar


Væntaða framleiðslustøðið


Góð Timing

Tær ymisku deildirnar hjá Shell hava fýra sera áhugaverdir fundir hvørt ár - sokallaðir ársfjórðingsfundir. Á einum slíkum fundi verður støðan, sum felagið er í, umtalað, og er hetta eitt stak gott høvi hjá einum nýggjum í felagnum at fáa eina heildarmynd av felagnum. Av tí at eg byrjaði í tí síðstu vikuni av juni, og tann næsti ársfjórðingurin var at enda komin, varð eg boðin við til fleiri fundir, ið eg annars ikki hevði verið boðin við til. Hetta var ein avbera góður møguleiki at fáa eina breiða mynd av, hvussu Shell arbeiðir, og hvussu tær ymisku deildirnar arbeiða.


Samanumtikið

Samanumtikið vil eg siga, at eg havi havt eitt sera spennandi og áhugavert summararbeiði. Eg havi lært ógvuliga nógv og fingið eina meira realistiska mynd av oljuvinnuni.

Eg vil í hesum sambandi nevna, at eg bleiv ovfarin av opinleikanum, ið Shell sýndi mær. Tað var ongantíð soleiðis, at eg ikki koma við á fundir, tí eg einans var í summararbeiði.


Framtíðin

Nú fari eg aftur í skúla í september mánað, og um alt gongur væl, so verið eg liðug mai mánaða næsta ár. Eftir hetta veit eg ikki rættiliga, hvat eg fari at gera, men eg síggi avgjørt mína framtíð innanfyri oljuvinnuna - vónandi Shell. Og kemur ein oljuvinna til Føroyar, so er tað heilt vist, at tað verður brúk fyri øllum føroyingum, sum hava royndir innan oljuvinnuna.