Sheila setti aftur met

Á triðja sinni hesa seinastu vikuna hevur Sheila Millum Garðarnar sett føroyskt met í heimsmeistarakappingini í Rom.

Fyrrapartin í dag setti hon met í 50 metrar firvald. Hon svam teinin við tíðini 29,56 sekund. Gamla metið, sum hon sjálv átti, var 29,80 sekund. Hon endaði tískil nummar 77 av 132 luttakarum. Therese Alshammar úr Svøríki átti skjótastu tíðina. Hon svav teinin við tíðini 25,44 sekund.