Shefa liðugt umvældur

Týsdagin í síðstu viku slitnaði Shefa-samskiftiskaðalin, ið liggur millum Skotland og Føroyar. FT Net upplýsti tá, at orsøkin var, at eitt skip var komi ov nær kaðalinum.


Síðstu vikuna hevur eitt franskt kaðalskip ligið norðanfyri Borðuni í Nólsoynni og umvælt skaðan. Tað arbeiðið er nú loksins liðugt, og alnetsambandið millum Føroyar og umheimin koyrir nú aftur sum vanligt.


Frammanundan metti Páll Højgaard Vesturbú, stjóri í FT Net, at kostnaðurin av skaðanum fór at liggja um tvær milliónir krónur.