Kaðalin, sum Føroya Tele leggur millum Føroyar og skotska meginlandið, verður lagdur á land á Hvítanesi í morginári Klokkan 8 í morginári leggur 6.000 tons stóra kaðalskipið IT Intrepid SHEFA 2-kaðalin upp á land á Hvítanesi. Hetta er á sama stað, sum tann fyrri SHEFA fjarkiftiskaðalin millum Føroyar og Hetland kom á land í 1971.
Talan er um fyrsta part av kaðlinum, sum Føroya Tele leggur ímillum Føroyar og skotska meginlandið umvegis Hetland og Orknoyggjarnar. Nú verður farið undir seinna part av arbeiðinum, sum fevnir um kaðalin millum Hetland, Orknoyggjarnar og Skotland.
Føroya Tele hevur átikið sær at framtíðartryggja fjarskiftissambandið við útheimin við sjókaðlum. Tað verður gjørt við SHEFA 2, sum kemur afturat FARICE-kaðlinum millum Ísland, Føroyar og Skotland, ið var tikin í nýtslu í 2004, og Cantat 3, sum er back up hjá FARICE.
Nógv pláss er eftir á FARICE-kaðlinum, men Cantat-kaðalin, sum í 1994 bant Føroyar í evropeiska fjarskiftisnetið, klárar ikki at nøkta fjarskiftistørvin úteftir, um brek er á FARICE. SHEFA 2 er tí av alstórum týdningi fyri støðugum og tryggum fjarskifti við umheimin.
SHEFA 2 kostar 120 milliónir krónur.










