Fótbóltur
Newcastle vann heldur ikki hesaferð. Ígjár tapti Newcastle 3-0 á Anfield Road Leikvøllinum í Liverpool. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Yossi Benayoun, Dirk Kuyt og Lucas Leiva tryggjaðu Liverpool sigurin. Alan Shearer hevur mangan bjargað Newcastle á vøllinum, men sama kann ikki sigast um hansara avrik uttanfyri vøllin. Alan Shearer var vónbrotin aftaná dystin ímóti Liverpool.
- Eg eri sera vónsvikin um at hava tapt hendan dystin. Eg eri eisini harmur um mátan vit taptu dystin. Eftir mínum tykki var fyrsta málið hjá Liverpool offside, men teir vóru tað betri liðið, og høvdu sigurin uppibornan. Teir kundu vunnið enn meiri. Tað er ikki hesin dysturin, sum skal bjarga okkum, men teir næstu dystirnir fara at bjarga okkum, segði ein troystarfullur Alan Shearer við BBC aftaná dystin.
Alan Shearer ásannaði eisini, at verjuspælið hjá Newcastle var langt frá tí, sum hann kundi ynska av liðnum. Niðurflytingarstríðið er tætt, og málmunur kann vera avgerandi á seinasta leikdegi í Premier League.
Trýr uppá sigur
Newcastle hevur Middlesbrough á heimavølli komandi. Talan er bæði um arvafíggindar, og um tvey lið sum liggja undir niðurflytingarstrikuni
– Eg havi dreingirnar til venjing, og eg havi sæð teir gjørt sítt besta ímóti Portsmouth, og tað gevur mær vónir um, at vit kunnu sigra á Middlesbrough, um vit skapa líka nógvar málmøguleikar, sum vit gjørdu ímóti Portsmouth.
Shearer var eisini vónbrotin um, at Joey Barton fekk tað reyða kortið, og at hann fær leikbann, nú tá hópurin hjá Newcastle hevur brúk fyri øllum monnum.
– Eg bað hann um at vera sissaðan, tá hann skuldi taka tey tungu tøkini á vøllinum, men hann gjørdi eina vitleysa takkling, og hevði uppiborið at vera vístur av vøllinum. Tað snýr seg um at halda høvdið kalt í 90 minuttir, og ikki bara í 75 minuttir, undirstrikaði Alan Shearer.
Shearer var harmur um, at liðið ikki gjørdi meiri fyri teir 3.500 útiáskoðarnar sum vóru komnir allan vegin úr Newcastle fyri at stuðla liðnum.
– Tey eru sonn viðhaldsfólk. Tey rýma ikki frá okkum í hesum ringu tíðunum.










