Shaun Goater er størsta ítróttarnavnið á Bermuda

Shaun Goater er ein so stór hetja á Bermuda, at tey hátíðarhalda ein Shaun Goater dag á Bermuda einaferð um árið. Í Onglandi var Shaun Goater ein av hetjunum hjá Manchester City fjepparunum.

Meðan vit sum búgva í norðurlondum hátíðarhalda 21. juni, sum ársins longsta dag, so hava tey á Bermuda ein heilt annan 21. juni. 21. juni er nevnliga ”Shaun Goater Day” á Bermuda. Gamla fótbóltshetjan hjá Manchester City er nógv tann kendasti persónurin úr Bermuda, sum hevur gjørt vart við seg úti í heimi. Tað er kortini eitt sindur margháttligt, at Shaun Goater skuldi gerast tann stóra hetjan hjá Manchester City, tí hann var upprunaliga ein lærlingur hjá Manchester United. Shoan Goater skeyt heili 101 mál fyri Manchester City í 184 dystum fyri teir ljósabláu, tíðarskeiðið 1998-2003. Shaun Goater spældi við 10 ymiskum feløgum í Onglandi og á Bermuda, og er hann skrásettur fyri 240 mál í 572 dystum. Bermuda hevur sjáldan verið í nøkrum bólkaspølum til HM-kvalifikasjónina í Mið- og Norður-Amerika, men kortini megnaði Shaun Goater at skjóta 32 mál í 36 dystum fyri Bermuda, og tað ger hann ikki til eina minni hetju á Bermuda, har hann er heiðursborgari.