Floksfelagarnir hjá ísraelska forsætisráðharranum, Ariel Sharon, tóku ikki undir við ætlan hansara um at taka ísraelska herin úr Gaza-geiranum og at flyta tey jødisku niðursetufólkini haðani.
Politiskir eygleiðarar í Jerusalem eru á einum máli um, at úrslitið av atkvøðugreiðsluni í Likud-flokkinum var ein lemjandi ósigur fyri Sharon, men fyribils er einki, sum bendir á, at úr-slitið fær nakrar beinleiðis avleiðingar. Á høgravonginum eru tey sera væl nøgd við úrslitið, meðan vinstravongurin við Shimon Peres á odda hevur kravt nýval.
Men Ariel Sharon fer ikki frá. Hann vísir á, at atkvøðugreiðslan í Likudflokkinum var ikki bindandi fyri stjórnina, og at hann hevur gjørt av at halda fram við afturtøkuætlanini.
Ætlanin hjá Sharon ber eisini í sær, at fýra jødiskar niðursetubygdir á Vsetara Áarbakka skulu niðurleggjast, og tað hevur elvt til sera hvøss mótmæli frá niðursetufólkunum. Ivaleyst ávirkaði tað eisini valið, at tveir palestinar skutu eina niðursetukvinnu og hennara fýra døtur sunnudagin. Tveir palestinskir bólkar átóku sær ábyrgdina av tilburðinum, sum teir søgdu vera hevnd fyri, at Ísrael hevur beint fyri tveimum leiðarum í Hamas.









